Her í Vágum er møguleikarnir óavmarkaðir um tú ætlar tær at njóta tað besta av øllum í Føroyum, náttúruna, bæði á landi og sjógvi. Vit bjóða guidaðar túrar innan tey flestu av frítíðarítrivum eitt nú gongutúrar, fiskitúrar, á hestbaki, og dykkaratúrar. Annars eru aðrir møguleikar eisini um ein vil fara sjálvur. Serliga hava vit góðar møguleikar, at gerða áhugaðaverdar og spennandi túrar til fyritøkur. Her eru Vágar eitt sjálvtøkuborð av tilboðum fyri at tín fyritøka fær akkurát tað hon ynskir. |