Gásadalur er seinasta bygd í Føroyum sum hevur fingið vegasamband. Bergholdið lat alment upp fyri ferðslu í januar 2007. Farið verður til gomlu bygdagøtuna uttanfyri Bø, har gongutúrurin um fjallið byrjar. Gøtan er brøtt og tung at byrja við, men lætnar munandi, so skjótt komið er upp um fyrstu brekkuna. Á vegnum steðga vit við Líkstein, har hvílt varð, tá líkkistur vórðu bornar til Bíggjar, tí eingin kirkjugarður var í Gásadali. Longri uppi er Keldan Vívd, har vígt vatn er í, sum søgnin sigur gevur ævigan ungdóm, um drukkið verður úr henni. Vit koma fram við Risasporinum og njóta vakra útsýnið yvir Tindhólm, Drangarnar og Mykines, áðrenn vit koma í Skarðið og síggja tann vakrar Gásadal. Gøtan oman í Dalin er brøtt, og tí er avgjørt ein fyrimunur at hava stav. Túrurin tekur umleið 3 tímar, og kostar kr. 350,00 íroknað matpakka. Min. 2 pax.
|