Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Um okkum Føroyar Vágar Mykines Kunning Tiltøk Ferðist í FO
  
Komandi tiltøk
Veðrið
Myndatænasta
Vælkomin í Vágar og til Mykinesar

Vágar er við sínum umleið 178km2 triðstørsta oyggj í Føroyum. Her búgva umleið 3.000 fólk. Vágar hevur vegasamband  við  meginøkið gjøgnum Vágatunnilin, sum var fyrsti undirsjóvartunnil í Føroyum. Sambandið út í heim er eisini úr Vágum, har einasti flogvøllur í Føroyum liggur.

Vágar eru eyðkendar við stóru vøtnunum Leitisvatni/Sørvágsvatni og Fjallavatni umframt smærri vøtnum, har væl liggur fyri at fiska. Hetta er størsta óbygda øki í Vágum. Øll strondin norðanfyri, frá Gásadali í vestri til Sandavágs í eystri, liggur sum ein stór náttúrupark og gevur ríkar møguleikar fyri upplivingum.
Størstu hólmarnir í landinum liggja vestanfyri, Tindhólmur og Mykineshólmur. 

Gistingartilboð í oynni eru Hotel, Vallaraheim, camping, Ból og Biti og summarhús, møguleiki er at eta á matstovu  og cafeteria.

Mykines er við sínum umleið 11 km2 eyðkend við sínum ríka fuglalívi. Her heldur súlan til saman við ørgrynnu av lunda og øðrum fugli. Oyggin er fevnd av lívi og ljóði allan sólarringin.

 

 

 
Nýtt
07-09-2010
Føroyskt tónleika- og mentanartiltak í Berlin
Í vikuni skipar Uttanríkisráðið fyri einum tónleika- og mentanartiltaki í Berlin. Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á Føroyar, og at fremja útflutning av tónleiki og øðrum kreativum vinnum. Hetta verður gjørt við at skipa fyri einum tiltaki í PercussionArtCenter.


05-09-2010
Spennandi gongutúrur niðan á Lokkan / Borðoy
Sunnudagin, 05.september, kl. 11 skipa Norðoya Kunningarstova og Norðoya Gongufelag fyri einum sera spennandi og áhugaverdum gongutúri niðan á Lokkan á Borðoynni.


04-09-2010
Mentunardagur í Bø
Mentunardagur verður í Bø 04.sept. 2010. Har verður m.a. sangur við lokalum kreftum, útileikur í Viðurbyrgi loppumarknaður og mattombola. Les meira............


03-09-2010
Holgar Jacobsen í TUTL
Í dag kl 16.30, fer vágamaðurin Holgar Jacobsen fyri fyrstu ferð at framføra løg úr nýggju fløguni “Ongan veg”, sum júst er komin út á plátufelagnum TUTL. Hettar er fyrsta solofløgan hjá tí annars so vanda tónleikaranum, sum er kendur m.a frá Tinganest, Holgar og Villmenn og Ghost Riders.


02-09-2010
Sorella í Miðvági 5 ár.
Í samband við okkara 5 ára føðingardag 03. sept. Lata vit 15% av øllum klæðum. Vit bjóðað kaffi og okkurt gott afturvið allan dagin. Vit lutað burtur tvey gávubrøv á 500,00 kr. ímillum okkara kundar føðingardagin. Handilin er á tremur við nýggjari vøru. Vælkomin!!! Sorella, altíð eina vitjan verd.


Eldri tíðindi
Vága kunningarstova - Leitisvegur 58 - 370 Miðvágur - tel +298 33 34 55 - fax +298 33 34 75 - vagarvagar.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media