Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Um okkum Føroyar Vágar Mykines Kunning Tiltøk Ferðist í FO
  
Komandi tiltøk
Veðrið
Myndatænasta
Nýtt
03-02-2012
Elisabeth Myllhamar er Ársins sandoyingur
Ársins sandoyingur fekk handað blomstur, klokku og ferðaseðil til Danmarkar í summar


20-01-2012
Kyndilsmessudansur í Haraldssundi
Haraldssund er gomul kyndilsmessubygd. Í øldir hava fólk í Norðoyggjum leita til Haraldssund á Kyndilsmessu. Eina tíð fall hesin siður burtur, men er nú tikin uppaftur. Hetta er sætta árið á rað, í nýggjari tíð, at kyndilsmessudansur er í... Haraldssundi. Hetta kvøldið hevur undanfarin ár verið sera væl eydnað og hava fleiri dansifeløg gjørt ferðalag í hesum sambandi. Í


03-01-2012
Trettandakvøldstiltakið á Keldu í Skálavík
Trettandakvøldstiltakið á Keldu í Skálavík verður 14 január kl. 19 Tað verður borðhald við felagssangi, føroyskum dansi og gamlamannadansi har "Skarvslop" spæla.


14-01-2012
Fleiri harmonikur spæla sama lag
Leygarkvøldið, 14. januar, verður eitt forvitnisligt sangtiltak hildið í KFUM&K í Klaksvík Talan er um eitt syngið-við-tiltak við andaligum sangi. Tað serstaka við tiltakinum er, at tað verða eitt stórt tal av harmonikum ið fara at spæla undir felagssangin.


05-01-2012
Handalag fundur á Vága Kunningarstovu 09.jan.2012
Fundur í felagnum Handalag verður á Vága Kunningarstovu 09.jan. kl. 19:30. Vit taka samanum árið í fór, søla og framtíðarætlanir. Ætlanin er eisini at finna ein dag, har vit møtast og gera ymiskt handaligt. Vónandi síggja vit fleiri av tykkum til fundin. Øll eru vælkomin.


03-01-2012
Retreat í Skeiðsdeplinum í Skálavík.
Í døgunum 5 til 7 januar 2012, verður retreat á skeiðsdeplinum í Skálavík. Retreatleiðari verður Paul Marx, sum er sóknarprestur í Mariu kirkjuni í Havn. Paul hevur drúgvar royndir, at skipa fyri og leiða retreat. Evnið fyri dagarnar er Joh. 15:15 Annars verður bjóðað til góðan felagskap og undirvísan. Avmarkað luttøka. Áhugaði kunnu venda sær til. Hannu Nattestad e-post adr. hnattestad@kallnet.fo tlf.33 23 23 mobil 25 52 03 Elisabeth Askham á Mýrini e-post adr. elisabethaskham@hotmail.com tlf.33 28 05 mobil 22 29 36


04-10-2011
Fuglar úti í Grøv
Klaksvíkar kommuna: Við viðarlundina úti í Grøv er sett upp ein plakat við myndum av nøkrum fuglum, sum regluliga eru at síggja úti í Grøv. Av tí at fá trø eru í Føroyum, savnast nógvir fuglar ofta í teimum fáu viðarlundunum, vit hava.


03-10-2011
Føroyar lata meira neyðhjálp til Eysturafrika
Neyðin í Eysturafrika er ovurhonds stór, nú ringasti turkurin í 60 ár hevur rakt londini á sokallaða Afrikahorninum. Mett verður, at nærum 12 milliónir menniskju í Somalia, Etiopia, Kenja, Uganda og Djibuti líða neyð orsakað av turkinum.


Vælkomin í Vágar og til Mykinesar

Sólarmyrking.

20 mars 2015 kl. 9.45 verður full sólarmyrking í Føroyum

Vágar er við sínum umleið 178km2 triðstørsta oyggj í Føroyum. Her búgva umleið 3.000 fólk. Vágar hevur vegasamband  við  meginøkið gjøgnum Vágatunnilin, sum var fyrsti undirsjóvartunnil í Føroyum. Sambandið út í heim er eisini úr Vágum, har einasti flogvøllur í Føroyum liggur.

Vágar eru eyðkendar við stóru vøtnunum Leitisvatni/Sørvágsvatni og Fjallavatni umframt smærri vøtnum, har væl liggur fyri at fiska. Hetta er størsta óbygda øki í Vágum. Øll strondin norðanfyri, frá Gásadali í vestri til Sandavágs í eystri, liggur sum ein stór náttúrupark og gevur ríkar møguleikar fyri upplivingum.
Størstu hólmarnir í landinum liggja vestanfyri, Tindhólmur og Mykineshólmur. 

Gistingartilboð í oynni eru Hotel, Vallaraheim, camping, Ból og Biti og summarhús, møguleiki er at eta á matstovu  og cafeteria.

Mykines er við sínum umleið 11 km2 eyðkend við sínum ríka fuglalívi. Her heldur súlan til saman við ørgrynnu av lunda og øðrum fugli. Oyggin er fevnd av lívi og ljóði allan sólarringin.

 

 

Vága kunningarstova - Leitisvegur 58 - 370 Miðvágur - tel +298 33 34 55 - fax +298 33 34 75 - vagarvagar.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media