Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Um okkum Føroyar Vágar Mykines Kunning Tiltøk Ferðist í FO
  
Komandi tiltøk
Veðrið
Myndatænasta
Nýtt
23-05-2012
Ítróttardagur í Sandavági
Árligi ítróttardagurin verður í ár hildin í Sandavági mikudagin 23 maj, og vilja vit við hesum bjóða vælkomið til øll, sum ætla at luttaka.


22-05-2012
Lesiringurin á Klaksvíkar bókasavni
Lesiringurin hittist aftur 22. mai kl. 19.30 at tosa um skaldsøguna "Mrs. Dalloway hjá Virginiu Woolf. Skaldsøgan "Mrs. Dalloway" er ein av teim best kendu hjá Virginiu Wollf, og kom út í 1925


19-05-2012
Ruddingardagur í Vágakommunu
Ruddingardagur verður í Vágga kommunu leygardagin tann 19 maj 2012...


19-05-2012
Fyrilestur um Brúdleypið hjá Arnolfini
Til listaáhugað Leygardagin 19. mai kl. 15 heldur Nils Ohrt, savnsleiðari, fyrilestur í atelierinum hjá Edward Fuglø, Jústabrekku 2 í Klaksvík Listasavn Føroya


16-05-2012
Nest 370 Miðvágur
Nýggj cafe opnað í Miðvági. Vit hava sum nú er opið frá kl. 17 - 23 sunnudag til hósdag, og 17-24 Fríggjadag og 17 - 02 Leygardag.


16-05-2012
Knipplingaverkstova við Janu Novak í Klaksvík
Knipplingaverkstova við Janu Novak á Føroya Hondarbeiðsskúlanum í Klaksvík mikudagin, 16. mai Mikudagin, 16. mai, kl. 16 verður høvið at hitta kekkisku listahandverkskvinnuna Janu Novak á Føroya Handarbeiðsskúla í Klaksvík


03-05-2012
Countryfestivalur í Sørvági
Vikuskifti 08-09 juni verður Countryfestivalur í Sørvági. Skráin verður lýst seinni. Kunningarstovurnar runt landið selja atgongumerki.


07-05-2012
Koltursdagar verða í juni
Í sambandi við at endurbyggingin av býlinginum Heimi í Húsi í Koltri verður liðug, skipa Koltursgrunnurin og Tórshavnar kommuna fyri mentanardøgum við ymiskum tiltøkum í døgunum frá 21. til 24. juni.


20-04-2012
Sveinur frá X-factor og Ævintýraferðin á Bátastevnu í Vestmanna
Nú nærkast til Bátastevnan verður í Vestmanna. Longu Kr. himmalferðardag 17. mai kl. 17.00 verður byrjað við 6000 metur langteinskappróðri.


08-02-2012
Føroyakvøld á 62N airport hotel
Hvørt týskvøld í summar: 26 juni; 03 juli; 10 juli; 17, juli; og 24 juli frá kl. 18:00 -21:00


Vælkomin í Vágar og til Mykinesar

Sólarmyrking.

20 mars 2015 kl. 9.45 verður full sólarmyrking í Føroyum

Vágar er við sínum umleið 178km2 triðstørsta oyggj í Føroyum. Her búgva umleið 3.000 fólk. Vágar hevur vegasamband  við  meginøkið gjøgnum Vágatunnilin, sum var fyrsti undirsjóvartunnil í Føroyum. Sambandið út í heim er eisini úr Vágum, har einasti flogvøllur í Føroyum liggur.

Vágar eru eyðkendar við stóru vøtnunum Leitisvatni/Sørvágsvatni og Fjallavatni umframt smærri vøtnum, har væl liggur fyri at fiska. Hetta er størsta óbygda øki í Vágum. Øll strondin norðanfyri, frá Gásadali í vestri til Sandavágs í eystri, liggur sum ein stór náttúrupark og gevur ríkar møguleikar fyri upplivingum.
Størstu hólmarnir í landinum liggja vestanfyri, Tindhólmur og Mykineshólmur. 

Gistingartilboð í oynni eru Hotel, Vallaraheim, camping, Ból og Biti og summarhús, møguleiki er at eta á matstovu  og cafeteria.

Mykines er við sínum umleið 11 km2 eyðkend við sínum ríka fuglalívi. Her heldur súlan til saman við ørgrynnu av lunda og øðrum fugli. Oyggin er fevnd av lívi og ljóði allan sólarringin.

 

 

Vága kunningarstova - Leitisvegur 58 - 370 Miðvágur - tel +298 33 34 55 - fax +298 33 34 75 - vagarvagar.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula